18.09.2020

Ford Ranger Pick Up til sølu

Sølulýsingin kann síggja soleiðis út

Av tí at heimasíðan varð óvirkin, so verða hesir bilarnir lýstir til sølu enn einaferð.

Hervið verða tveir Ford Ranger hjá vegadeildini í Fuglafjarðar kommunu lýstir til sølu fyri hægstbjóðandi.

Skrivlig boð uppá hvønn bilin sær verða at lata inn til info@fuglafjordur.fo í seinasta lagi komandi mikudag 23. september kl. 20.00.

Um spurningar eru um bilarnar, so er at senda teldupost til poladrian@fuglafjordur.fo.

Upplýsingar um bil 1 :

Ford Ranger PickUP
Nummarpláta JM 561

Árgangur 2004
Koyrt í km 182.560
Bilurin er sýnaður við hesum viðmerkingum
102-Róðurslør
407-Støðuljós
408-Nummarplátuljós
422-Elstikk í sambandi við krók
510-Chassisramma
513-Gáttir

Upplýsingar um bil 2 :

Ford Ranger PickUP
Nummarpláta PJ 602

Árgangur 2006
Koyrt í km 150.161
Bilurin er sýnaður