Reglugerð fyri nýtslu av fimleikarhøll

Hølini skulu vera væl umgingin, og vaskað skal vera væl og virðiliga eftir nýtslu. Vindeygu skulu verda afturlatin, ljósið slókt og hurdar stongdar.

Talva er uppsett i fimleikarhøllini, sum venjarar, ið nýta seinasta útlánstíma skulu fylla út og eftirkanna, soleiðis at fimleikarhøllin, umklæðingarrúm, brúsurrúm, gongir o.a. verda latin aftur i sama standi, og at onki verður gloymt.

Áðrenn farið verður undir virksemi, setir kommunan sum krav, at umsjónarmaðurin og kommunan fáa náðgreiniliga at vita, hvør ábyrgdarpersónur ella persónar felagsins eru, og skulu hesi eisini verða góðkend av kommununi.

Fimleikarhøllin skal vera stongd i seinasta lagi kl. 23.00 á kvøldi mánakvøld til leygarkvøld. Vant verður ikki sunnudag. Verða treytirnar ikki hildnar, kunnu feløg ella einstaklingar missa loyvi at vera í høllini.