testtheme54575
06.03.2018

TARZAN The Musical í Mentanarhúsinum

  • 6
    Shares

Aftur í ár er Sangleikabreytin í Fuglafjarðar skúla fegin um at kunna bjóða til ein stóran og spennandi leik. Í døgunum 14. mars til og við 22. mars sýnir breytin fram TARZAN The Musical í Mentanarhúsinum. Sangleikurin er so heilt avgjørt fyri øll – bæði stór og smá. Leikurin, sum er týddur til føroyskt, er bygdur á Disneyteknifilmin frá 1999.

TARZAN hevur alt tað, ein stórur og góður leikur skal hava: Góðan tónleik, sang, sjónleik og dans, og eru tað næmingarnir sjálvir, ið standa fyri øllum – eisini tekniska partinum. Heimskendi Phil Collins framleiddi tónleikin til filmin/leikin, og serliga munnu mong kennast við sera vakra sangin, You'll Be In My Heart.

Tað eru lærararnir, Bárður á Lakjuni og Marjun Djurhuus, ið hava sangleikin undir hond. Umleið 40 10.floks næmingar ganga á Sangleikabreytini í ár. Teir eru úr Fuglafjarðar skúla, Stranda skúla og Skúlanum við Streymin.

Almennu sýningarnar eru:

Mikudagin 14. mars kl. 19:00

Hósdagin 15. mars kl. 19:00

Fríggjadagin 16. mars kl. 19:00

Leygardagin 17. mars kl. 19:00

Sunnudagin 18. mars kl. 16:00 og kl. 19:00

Týsdagin 20. mars kl. 19:00

Mikudagin 21. mars kl. 19:00

Hósdagin 22. mars kl. 19:00

Atgongumerkir til almennu sýningarnar kunnu keypast á atgongumerki.fo   , gjøgnum heimasíðuna hjá Mentanarhúsinum ella á kunningarstovuni í Fuglafirði. Prísurin fyri atgongumerkini er 130 kr fyri vaksin og 70 kr fyri børn 12 ár og yngri.