19.04.2018

Søkt verður eftir summarferiuavloysarum til útiøkið, fak- og ófaklærd.

  • 72
    Shares

 

Dámar tær væl at arbeiða við eldri fólki og at skapa teimum ein góðan og virknan gerandisdag, er tað møguliga tær vit leita eftir.

 

Søkt verður eftir

Røktarfólki at arbeiða í skiftandi vaktum , summarið  2018.  Arbeitt verður dag-, kvøldvakt  og  annaðhvørt vikuskifti.

Størvini vera at byrja 01. juni 2018.

Dentur verður lagdur á:

 

  • Førleika, hegni og áhuga í at veita heimabúgvandi borgarum heilsustimbran og røkt.
  • Góð tvørfaklig samstarvsevni
  • Evni og áhuga í at vera kreativ og nýhugsandi í arbeiðinum
  • At vera jalig og fleksibul

Vit kunnu bjóða

  • Eitt spennandi arbeiðspláss
  • Góðar arbeiðsumstøður og fjølbroyttar avbjóðingar
  • Gott samstarv við onnur fakfólk

Starvsetan og løn
Starvið verður sett sambært sáttmála við avvarðandi fakfeløg. Um tú ynskir fleiri upplýsingar, ert tú vælkomin at ringja til Brynhild Restorff, deildarleiðara á Miðstøðini, á tlf. 730212.

Umsóknir
Umsóknir við prógvum, CV og øðrum, skulu vera okkum í hendi í seinasta lagi  15 mai.
Umsóknir skulu sendast til: Nánd – Oyran 2, 512 Norðragøta ella á teldupost: nand@eystur.fo

_____________________________________________________________________________

Eysturkommuna og Fuglafjarðar kommuna hava skipað javnbjóðis samstarv um heimatænastu, eldrarøkt v.m., og tann 1. januar 2015 yvirtók samstarvið ábyrgdina av eldraøkinum í kommununum. Samstarvið hevur heitið Nánd. Dagliga umsitingin hjá Nánd er partur av umsitingini hjá Eysturkommunu. Samstarvið rekur trý sambýli, eitt dagtilhald fyri demens og eina deild, ið tekur sær av heima- og sjúkrarøkt.
Sí meira um Nánd á: www.eystur.fo undir “eldri”.