06.02.2018

Nánd søkir eftir dugnaligum deildarleiðara til deildina í Leirvík

  • 1
    Share

Ert tú ein dugnalig eldsál, hevur heilsu- ella umsorganarfakliga útbúgving umframt leiðsluútbúgving og/ella leiðsluroyndir, so gleða vit okkum til at fáa eina umsókn frá tær.

Vit flyta júst í nýggj høli í Leirvík, har venjingar- og viðgerðarhøli, skrivstovur og starvsfólkarúm eru á sama stað. Miðstøðin røkir tænastur innan heimahjálp, sjúkrarøkt og endurvenjing. Á deildini starvast 14 starvsfólk, ið hava ymiskar praktiskar og fakligar førleikar og útbúgving innan t.d. sjúkrarøkt, heilsurøkt, heilsuhjálp, fysioterapi og ergoterapi. Arbeiðsøkið hjá Nánd eru bygdirnar: Undir Gøtueiði, Syðrugøta, Norðragøta, Við Gøtugjógv, Leirvík, Kambsdalur, Fuglafjørður og Hellurnar.

Sum deildarleiðari hevur tú ábyrgd av at samskifta við og rundan um borgaran, at leiða og býta arbeiðsuppgávurnar út á deildini umframt at vera við í vanliga arbeiðinum á deildini. Av fyrisitingarligum uppgávum kunnu nevnast: at gera arbeiðsætlan, at halda tillutaða fíggjarætlan og tillaga tænastur samsvarandi. Eisini verður tú sum deildarleiðari partur av leiðslu- og upptøkutoyminum hjá Nánd.

Vit sóknast eftir einum deildarleiðara, ið kann fyrihalda seg til fleiri støður samstundis, ið hevur eina tvørfakliga tilgongd til arbeiðið, og sum á jaligan og kveikjandi hátt kann leiða og menna starvsfólkabólkin og tænasturnar á deildini í tráð við visjónina hjá Nánd. Tú mást hava góð samstarvsevni, hava ans fyri at lurta og taka avgerðir, virða sjálvsavgerðarrættin hjá borgarunum og duga at skyna millum týðandi og minni týðandi viðurskifti. Tú mást hava trúgvan hugburð, hava førleika at fremja ásetingar hjá Nánd og duga at orða teg væl í skrift og talu.

Starvið hevur tilvísing til leiðaran og verður lønt sum deildarleiðari sambært sáttmála við avvarðandi fakfelag og verður at seta 1. apríl 2018 ella skjótast gjørligt. Hevur tú spurningar, ert tú vælkomin at ringa til Kristinu T. Larsen, leiðara, á telefon 730204, gerandisdagar klokkan 10.00-16.00. Umsókn, prógv, viðmæli og møguligar tilvísingar skulu sendast teldupostadressu: nand@eystur.fo og vera okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin, 20. februar 2018 kl. 15.00. Samrøður verða gjørdar í viku 8.

Leys størv