Ribarhús

Fuglafjarður Heimavirkisfelag, sum varð stovnað á Grækarismessu í 1997, hevur nógv góð endamál - eitt av teimum er at skipa fyri sølu av heimavirkaðum lutum. Við vælvilja frá eigarunum av gamla handlinum fekst innivist her í hesum gomlum rúmum, sum við nakað av ábótum blivu sera vælegnað til alt virksemi, ið Heimavirkisfelagið umboðar. Í Piddasahandil hevur Heimavirkið húsast síðani í '97, og frá fyrsta degi hava øll, sum koma inn á gólvið, kunnað notið ein kaffimunn við onkrum »heimabakaðum« afturvið. Í Piddasahandli fæst eitt rættliga breitt útval av heimavirkaðum lutum, sum limir felagsins lata inn, tað vil siga, at limirnir eiga hesar lutir, inntil teir eru seldir. Her er eingin góðskumetan og einki MVG. Roynt verður eftir førimuni at brúka kundarnar sum »barometur« .

Flestu limir eru úr Fuglafirði og bygdunum her rundanum, men eisini fólk aðrastaðni úr Føroyum og føroyingar, sum búgva í útlondum, eru limir. Øll kunnu gerast limir, kostnaðrin er 150,- kr. um árið + 10% av tí, sum selt verður.

Tað eru fólk, sum eru rættliga ófør at leggja lutir í Piddasahandil at selja - og uttan tey var eingin handil. Fleiri av hesum og nøkur afturat vilja eisini fegin nýta ein ella tveir seinnapartar um mánaðin, soleiðis at Piddasahandil og Ribarhús kunnu hava opið hvønn dag. Eru hesi fólkini ikki tøk, so ber ikki til at selja tað, sum liggur á teimum gomlu hillunum.

Fuglafjarðar Heimavirkisfelag er áhugafelag burturav, tvs. at alt arbeiði verður gjørt sjávboðið og ólønt.

Virksemi hjá Heimavirkisfelagnum er ment so við og við - og í samstarvi við listarfólk í bygdini, varð í 2001 farið undir at skipa fyri listaframsýningum, og í juni sama ár læt Gallarí Ribarhús upp fyrstu ferð við eini framsýning. Nógv listafólk - kend og minni kend, hava sýnt fram í Ribarhús. Við góðum ljósviðurskiftum er Ribarhús sera væl egnað til framsýningar av ymiskum slag, og hølini kunnu eisini nýtast til smærri tónleikatiltøk.

Fólk sum hava hug at sýna fram í Ribarhúsi, eru vælkomin at seta seg í samband við Gallaríði  á telefon 44 44 27 ella við at senda ein teldupost til ribarhus@ribarhus.com.

Til ber at lesa meir um Ribarhús á heimasíðuni www.ribarhus.com.