Søga kunningarstovurnar

Skipaða ferðavinnan í Eysturoy sá dagsins ljós einaferð tíðliga í 1990’unum, tá ið ein áhugabólkur varð settur, sum skuldi skipa fyri eini lýsing av allari oynni, og hvussu hon kundi gera seg sjónliga fyri vaksandi talinum av útlendskum ferðafólkum, nú ferðasambandið við útheimin bæði sjó- og loftvegis bleiv alsamt betri.

Hendan fyrsta skipaða royndin at lýsa alla oynna í einum førdi til útgávuna av einum lítlum hefti, har allar bygdirnar blivu lýstar í myndum og teksti. Hvør bygd sær tók á seg at gjalda sín lutfalsliga part av kostnaðinum fyri hesa felagsútgávu. Úrslitið var eitt glæsiligt hefti við eini geografiskari lýsing av oynni heldur enn eitt ferðavinnuvinarligt amboð. Heftið varð einans prentað á donskum og kom sostatt bert teimum skandinavisku ferðagestunum tilgóðar

Í 1994 varð ein áhugafelagskapur við handlum og øðrum vinnurekandi settur á stovn í Fuglafirði. Hesin felagsskapur setti sær fyri at lata upp eina kunningarstovu, sum í fyrsta umfari skuldi gera Fuglafjørð meira sjónligan í handils-, ídnaðar- og ferðavinnuhøpi. Kunningarstovan skipaði í byrjanini mest fyri lýsingartiltøkum av ymsum slag, samstundis sum farið varð undir at gera ymist skrivligt tilfar um, hvat økið átti at bjóða tí vitjandi. Eftir stutta tíð vísti tað seg, at áhugin fyri kunningarstovuni breiddi seg út um bygdargarðarnar, soleiðis at kunningarstovan i fleiri førum eisini kundi hava grannabygdirnar við í tiltøkum sínum.

Longu frá byrjan av varð greitt, at útlendsk ferðafólk fóru at blíva ein týðandi partur av arbeiðnum á kunningarstovuni í Fuglafirði, sum soleiðis longu fyrsta summarið eisini bleiv eitt amboð fyri alla Eysturoynna.

Fyri at koma hesum tørvi á møti, samdust ferðavinnuáhugabólkar í oynni um at seta á stovn ein felagsskap, sum meira skipað skuldi røkja eina kunningartænastu fyri alla Eysturoy. Við reiðiliga stórari undirtøku sá økisfelagið - Ferðavinnan í Eysturoy – soleiðis dagsins ljós á vári 1995. Allar kommunurnar í oynni vóru við og játtaðu at gjalda eitt limagjald í samsvar við fólkatalið í ávikavísu kommununi. Semja var eisini um, at hesin felagskapur skuldi reka kunningarstovur og støð ymsastaðni í oynni, har ynski og tørvur var fyri eini tílíkari tænastu. Mett varð, at vertskommunurnar, har kunningarstovurnar fóru at vera, onkursvegna komu at hava fyrimunir av hesum. Tí skuldu hesar kommunurnar gjalda eyka fyri hetta. Í 1995 kom Kunningarstovan í Runavík aftur at teirri í Fuglafirði.

Umframt kunningarstovurnar, hildu Statoil-støðirnar fram at hava upplýsandi ferðavinnutilfar á sølustøðum sínum í oynni, somuleiðis sum kioskin á Toftagjógv og fleiri av mat- og gistingarstøðunum eisini høvdu tilfar liggjandi.

Kunningarstovurnar báðar hava øll árini arbeitt tætt saman um at marknaðarføra Eysturoy í ferðavinnuhøpi samstundis, sum tær eisini hava gjørt tænastur fyri lokala handilslívið og áhugafelagskapir av ymsum slag.

So við og við eru ferðavinnuuppgávurnar blivnar so rúgvusmiklar, at tað mangan hevur verið trupult at kunna veita ymsu ferðavinnuveitaranum í oynni ta hjálp, teir hava havt fyri neyðuni. Fyri at fáa rættað upp á hetta, tók nevndin fyri Ferðavinnuna ta avgerð, at kunningarstovurnar í oynni ikki skulu hava fyri neyðini at brúka ein alt ov stóran part av orku teirra til at vinna pening inn til raksturin, soleiðis at tær í staðin kunnu tæna høvuðssetninginum sum kunningarstovur burturav. Fyri at røkka hesum málsetningi vórðu tískil báðar kunningarstovurnar pr. 1. jan. 2002 lagdar undir roknskapin hjá teirra vertskommunum, soleiðis at hesar – í tann mun tað er neyðugt – kunnu syrgja fyri at kunningarstovurnar hava eina nøktandi fígging. Eisini bleiv tað avgjørt, at nevndin fyri Ferðavinnuna í Eysturoy heldur skil á tilskotinum frá Ferðaráðnum og tí peningi, sum kommunurnar, ið ikki eru vertskommunur gjalda inn. Við hesum nýggja bygnaðinum er ætlanin, at kunningarstovurnar skulu kunna rekast við einum so rúmligum fíggjarkarmi, at peningur eisini kann vera tøkur hjá økisfelagsnevndini til at stuðla ferðavinnutiltøkum hjá lokalu ferðavinnuni uttan um kunningarstovurnar.

Høvuðsendamálið hjá Ferðavinnuni í Eysturoy er at:

Menna og kunna um ferðavinnumøguleikarnar saman við øðrum økjum.

Menna og framleiða kunnandi tilfar á prenti, heimasíðu og skelting.

Samskipa áhugaverd ferðavinnutiltøk, útferðir og líknandi tiltøk.

Ávirka ferðasmiðirnar at taka okkara ferðamál við í teirra skráir, soleiðis at rímiligt liggur efti pengakassunum hjá veitarunum kring oynna.

Í nýggja bygnaðinum fyri Ferðavinnuna í Eysturoy er viðtikið, at umboð fyri vertskommunurnar skulu eiga hvør sín sess í nevndini, meðan tríggir limir verða valdir afturat og tveir eykalimir, sum møta til allar nevndarfundir. Á aðalfundi í februar 2004 varð talið á nevndarlimum hækkað til sjey. Eykalimirnir er tó framvegis tveir.

Kunningarstovurnar eru í dag eisini vorðnar eitt slag av skrivstovum, har smáu ferðavinnuveitararnir gjøgnum limaskap sín í økisfelagnum kunnu fáa hjálp til virksemi teirra.