testtheme54575
11.12.2017

KUNNGERÐ um býráðsfund 14/2017

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 14 desember 2017 kl. 19.00 í býráðshúsinum við niðanfyri standandi dagskrá:

  1. Uppskot frá borgarstjóranum um almennar býráðsfundir fyri 2018.
  2. Mál viðvíkjandi eykajáttan til umflyting av játtan til Fablab frá rakstrarstaði 520 til nýtt rakstrarstað 745 „vinnumenning“og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum. Talan er um tekniska umflyting millum øki 5 „mentan og frítíð“ og øki 7 „kommunal virki“.
  3. Umsókn frá Leif Anderasen um byggiloyvi til íbúðir í bygninginum á matr. nr. 676 í Støð 8 í Fuglafirði og tilmæli frá teknisku nevndini í málinum.
  4. Byggiloyvi til nýggja barnaskúlan í Fuglafirði og tilmæli frá teknisku nevndini.
  5. Góðkenning av høvuðs arbeiðstakarasáttmála við Heildarverk í sambandi við bygging av nýggjum barnaskúla í Fuglafirði. Mentamálanevndin kenur at viðgera málið á fundi týsdagin 12. desember 2017 og kemur við sínum tilmæli í málinum. Tilmæli saman við tilfari verður sent býráðslimunum so skjótt, sum hetta er tøkt.
  6. Mál viðvíkjandi bygging av nýggjum ítróttarhúsi vestan fyri leikvøllin í Fløtugerði. Mentamálanevndin kenur at viðgera málið á fundi týsdagin 12. desember 2017 og kemur við sínum tilmæli í málinum. Tilmæli saman við tilfari verður sent býráðslimunum so skjótt, sum hetta er tøkt.

Fuglafjørður, tann 08. desember 2017

Fuglafjarðar býráð

Sonni á Horni
borgarstjóri