16.02.2018

KUNNGERÐ um býráðsfund 03/2018

  • 3
    Shares

Tað verður hervið gjørt kunnugt, at almennur býráðsfundur verður hildin hósdagin tann 22. februar 2018 kl. 19.00 í Mentanarhúsinum ovaru hædd móti bátahavnini við niðanfyri standandi dagskrá: 

  1. Uppskot til leigusáttmála millum kommununa og P/F Vónina fyri lendi undir uttanumøki matr. nr. 239a á Enninum og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
  2. Mál viðvíkjandi broyting av gjaldskránni fyri Fuglafjarðar havn og tilmæli frá vinnunevndini í málinum.
  3. Mál viðvíkjandi semju við P/F Blikksmiðjuna um arbeiði á Stropanum og tilmæli frá fíggjarnevndini í málinum. Somuleiðis áheitan á býráðið um at veita eina eykajáttan til semjuupphæddina, við tað at neyðug játtan ikki er tøk á fíggjarætlan kommununar fyri 2018.

 Fuglafjørður, tann 15. februar 2018

Fuglafjarðar býráð
Sonni á Horni
borgarstjóri