Kalendari

  • 23 apr

    Frímerkjaútgáva í sambandi við at Fuglafjarðar Kommuna verður 100 ár

    Móttøka í Mentanarhúsinum mánadagin 23. apríl kl. 15.00 – 17.00  Í sambandi við at Fuglafjarðar kommuna verður 100 ár sum sjálvstøðug kommuna í ár, útgevur Posta tvey frímerki við forvitnisligum myndevnum úr Fuglafirði. Í hesum sambandi verður skipað fyri almennari móttøku. Svanbjørg Manai leiðari á Frímerkjadeildini hjá Posta bjóðar vælkomin. Suffía Nón, ið hevur sniðgivið frímerkini og sum stendur aftanfyri ”Fjord” www.fjord.fo, verður til staðar. Steffen Stummann Hansen fornfrøðingur og Kristina Gry Berg frá kunningar-stovuni greiða stutt frá søgunum aftanfyri frímerkini. Til ber til at ogna sær frímerkini hendan dagin. Góðbitar og okkurt at leska sær við frá Muntra verður at fáa og næmingar úr sangleikabreytini hjá Fuglafjarðar skúla framføra nøkur løg frá Tarzan-leikinum. Tiltakið er ókeypis Bæði børn og vaksin eru hjartaliga vælkomin! les um frímerkini her Posta og Fuglafjarðar Kommuna
  • 25 apr

    Flaggdagshald

    Fuglafjarðar hornorkestur skipar fyri flaggdagshaldi við Mentanarhúsið 25. apríl kl. 15.00. Edmund Williamson heldur røðu og Fuglafjarðar hornorkestur spælur. Aftaná flaggdagshaldið uml. kl. 16.00 letur framsýning við næmingaarbeiðum hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla upp í Gallerí Ribarhús.
  • 31 maj

    [table id=43 /]
  • 21 jun

    [table id=43 /]
  • 24 aug

    Harmonikutreff 2018

    Harmonikutreff í Fuglafirði verður 24.-26. august á 5. sinni. Mentanarhúsið verður aftur karmur um meginpartin av tiltøkunum. Høvuðsnavnið í ár verður Pierre Eriksson við trio úr Svøríki. Gleðið tykkum til nakrar stuttligar og spennandi dagar við góðum harmonikutónum frá ymiskum føroyskum og norðurlendskum tónleikarum. Nærri kunning um treffið kemur so líðandi.
  • 30 aug

    Mentanardagar 2018

    Í ár bera Mentanardagarnir serligan dám av, at tað eru 100 ár síðani at Fuglafjarðar kommuna gjørdist sjálvstøðug kommuna. Mentanardagarnir verða hildnir frá hósdegnum 30. aug. til og við sunnudag 2. september. Nærri kunning um Mentanardagar 2018 og hátíðarhaldið seinni.
  • 27 sep

    [table id=43 /]
  • 25 okt

    [table id=43 /]
  • 29 nov

    [table id=43 /]
  • 13 dec

    [table id=43 /]