25.04.2018

Góðan flaggdag

  • 16
    Shares

Mikudagin 25. apríl kl. 15 skipar Fuglafjarðar Hornorkestur fyri flaggdagshaldi við Mentanarhúsið. Lagt verður upp til ein hendingaríkan dag sum byrjar við, at Edmund Williamson heldur røðu, barnakórið syngur nakrar sangir og skótarnir luttaka eisini. Til hendan serliga dagin koma ellisakførini úr Fuglafirði at vitja torgið, og samstundis verður høvi til at fáa okkurt gott til góman, tí Kafein hevur opið.

Aftaná flaggdagshaldið, umleið kl. 16, verður næmingaarbeiðið hjá Fuglafjarðar Kvøldskúla víst fram í Galleri Ribarhús, har Eivin Breiðaskarð heldur røðu. Umframt hetta, spæla næmingar góðan tónleik afturvið góðum kaffi frá heimavirkisfelagnum. Framsýningin verður opin vikuna út.

 

Framsýningin í Ribarhúsi er opin soleiðis:

Flaggdagin - framsýningin verður sett aftaná flaggdagshaldið umleið kl. 16.00

hós. 26. apríl kl. 15.00 - 17.30

frí. 27. apríl kl. 15.00 - 17.30

Ley. 28. apríl kl. 11.00 - 13.00

Sun. 29. apríl kl. 14.00 - 17.30