18.04.2018

Góðan Bindifestival 2018!

  • 3
    Shares

Bindifestivalurin verður settur í Mentanarhúsinum í kvøld kl. 20.00

Dagmar Beder, lærari á Glasir, setur festivalin og barnakórið í Fuglafjarðar skúla syngur nakrar sangir. Øll eru vælkomin til eina hugnaliga løtu og ein góðan drekkamunn, letur bindifestivalurin okkum frætta.

Lesið meir um skránna, verkstovurnar, sølutorgið, fyrilestrarnar og alt sum verður at uppliva komandi dagarnir o.a. á www.bindifestival.com

Fuglafjarðar Kommuna ynskir øllum, bæði fyriskiparum og luttakarum, ein góðan Bindifestival 2018!