24.01.2018

Frits Johannesen fingið Heiðursgávu Landsins 2017

  • 124
    Shares

Hjartaliga tillukku við "Heiðursgávu Landsins 2017" Frits Johannesen! Takk fyri títt megnar avrik, tín ótroyttandi skapanarhug og títt fevnandi og kveikjandi lindi.

Samstundis ynskja vit eisini Konni Kass tillukku við heiðrinum sum "Ungt listafólk 2017" og Barbaru í Gongini tillukku við "Mentanarvirðisløn Landsins 2017".

Við hesum orðum handaði Rigmor Dam, Landstýriskvinna í Mentamálum Fritsi heiðursgávuna í kvøld:

Heiðursgáva Landsins 2017 - Frits Johannesen

Heiðursgáva Landsins 2017 verður latin Frits Johannesen, fjøllistamanni við hesi grundgeving:

Av og á síggja vit, at eitt stað verður serliga gávað, tí ein ella fleiri av teimum, sum har búgva, eru ómetaliga væl fyri listaliga. Hetta ávirkar lættliga ung sum eldri og setir síni spor í alt umhvørvið, ja, sæst aftur gjøgnum fleiri ættarlið.

Frits Johannesen er ein teirra. Sum barn av sínum heimstaði Fuglafirði, hevur hann búð har alt sítt lív, og har hevur hann virkað sum lærari frá 1967 til 2008. Serliga í lærugreinunum sangi, tónleiki og myndlist, tvinnaði Frits skjótt tað pedagogiska við tað kreativa. Støðið varð lagt, og børnini gleddu seg at fara í skúla.

Frits Johannesen er tann ótroyttiligi granskarin, har hansara kynstur er at kanna allar møguleikar, sum liggja í tí at skapa og bera fram í skrift og talu. Myndlist, sjónleikur, skaldskapur, sangur og tónleikur eru alt treingir, sum Frits Johannesen leikar so yndisliga og fagurt á. Hann er ríkt gávaður, og tað heldur hann ikki fyri seg sjálvan, men ber tað ósjálvsøkið og gleðiliga víðari. Víðari til skúlabørnini. Víðari til ungdómin, bygdarfólkini og nærumhvørvið við framførslum, framsýningum og listaligum prýði. Og soleiðis eisini víðari til alt Føroya fólk.

Frits lærdi næmingarnar at syngja og spæla ymisk ljóðføri, tekna og mála, yrkja og skriva. Umframt hetta hevur hann sjálvur skrivað seks sangleikir, sum hava verið framførdir í Fuglafjarðar skúla.

Sum kórleiðari var Frits primus motor hjá Fuglafjarðar gentukóri, ið byrjaði at syngja í 1980. Tá ið hann legði dirigentstavin frá sær í 2001, var talan um eitt serliga gott kór, sum hevði gjørt tilsamans 12 konsertferðir í Norðurlondum og Týsklandi. Kórið hevur ein serligan lokalan stíl við uppruna í føroyskum løgum. Hóast mong ár eru  gingin, liva upptøkurnar enn sum ein delikatessa úr Fuglafirði við sínum runda og milda klangi.

Fjøllistamaðurin og eldsálin Frits Johannesen hevur altíð verið til reiðar at lyfta, stuðla, eggja og skapa. Hetta hevur verið og er mergurin í øllum lista- og mentanarlívi bæði í nærumhvørvinum og í landinum sum heild.

Fyri hetta avrikið fær Frits Johannesen Heiðursgávu Landsins 2017.

http://www.mmr.fo/kunning/tidindi/heidursgava-landsins-2017-frits-johannesen/