Bygging

Grundstykki

Fuglafjarðar kommuna ger útstykkingar til sethús, sum verða seld víðari til teirra, sum ætla at byggja.

Grundøkini eru vanliga uml. 500 fermetrar til støddar. Prísurin fyri fermeturin er kr. 160 í Fuglafirði og kr. 100 + gjald fyri planering á Kambsdali.

Gjøllari upplýsingar fáast við at skriva ella ringja til kommunuskrivstovuna.

 

Byggimálsviðgerð

Tekniska umsitingin tekur sær av øllum byggimálum í kommununi. Loyvi krevst til alla bygging, áðrenn byrjað verður. Umsóknir um byggiloyvi skulu verða dagfestar, hava navn og bústað hjá umsøkjara og matrikulnummarið, har byggjast skal.

Tekningar skulu vera, sum lýsa ætlaðu byggingina væl, t.e. flatumynd, framsíðu, skurð, tilfarsval og onnur viðurskifti. Byggimál, har møgulig frávik eru frá byggisamtyktini, hava longri avgreiðslutíð enn vanlig byggimál.

 

Byggifaldari

Her ber til at taka niður faldara frá Kommunuskipan Føroya við heitinum: "Tá ið bygt verður." Faldarin er hentur at hava, tá ið søkjast skal um byggiloyvi frá kommununi.
(+ leinkja til faldaran)