Sjálvsvenjing

Nánd ynskir at skapa karmar fyri, at eldri fólk kunnu fremja egið fyribyrgjandi átak, so tey kunnu hava eitt sunt og virkið lív.

Nánd hevur fingið avtalu í lag við Fuglafjarðar kommunu og Kappróðrarfelagið í Fuglafirði um, at Nánd kann brúka hølini hjá Kappróðrarfelagnum tvær ferðir um vikuna.

Við at bjóða tilboð til sjálvsvenjing gevur Nánd fólki í aldrinum 67+ møguleika at styrkja um egnu heilsu.

Tilboðið er undir egnari ábyrgd.

Hvør kann sjálvsvenja?
Um tú býrt í Fuglafjarðar kommunu ella í Eysturkommunu, og tú er í aldrinum 67+, so hevur tú møguleika at melda teg til sjálvsvenjing.

Hvussu kann ein sjálvsvenja?
Í kappróðrarneystinum í Fuglafirði eru ymisk venjingartól, ið eru tøk til sjálvsvenjing.

Umframt karmar til sjálvsvenjing ber eisini til at fáa sær eitt prát og møguliga ein drekkamunn. Tit hava sjálvi ábyrgdina av at ganga væl um hølini.

Hvar og nær kann ein sjálvsvenja?
í Kappróðrarneystinum í Fuglafirði, sum hevur hølir niðanfyri Keypssamtøkuni, ber til at sjálvsvenja tvær ferðir um vikuna.

Mánadag frá:   10.00 – 12.30
Fríggjadag frá: 10.00 – 12.30

Tú ert vælkomin at vitja í hølunum og hyggja teg um, áðrenn tú byrjar. Eftir nærri avtalu við Nánd tlf. 730200 kanst tú spyrja um at fáa vegleiðing frá fysioterapeuti.

Hvat er kostnaðurin fyri sjálvsvenjing?
Tað kostar kr. 20,- fyri hvørja uppmøting umframt eitt árligt limagjald áljóðandi kr. 125,-. Tað kostar kr. 50,- fyri at fáa kort-lykil. Gjøldini fara til kappróðrarfelagið.

Hvussu kann ein byrja?
Til ber at tekna seg til sjálvsvenjing við at ringja til Kappróðrarfelagið á telefon 79 10 54.