Heimahjálp

Heimahjálpin hjá Heimatænastuni er til fyri borgarar, sum hava tørv á persónligari hjálp, røkt ella stuðuli. Heimahjálpin verður veitt sum hjálp til sjálvhjálp og tekur støði í, hvat brúkarin sjálvur megnar. Hjálpin er tí ymisk frá einum húsi til annað.

Tænastan verður veitt sambært løgtingslóg nr. 19 um heimatænastu, eldrarøkt v.m.

Heimahjálp verður veitt fólkum yvir 67 ár – ella við avlamni – sum tørva praktiska og/ella persónliga hjálp.

Fólk kunnu søkja um heimahjálp við at venda sær til skrivstovuna hjá Heimatænastuni og upplýsa navn, bústað, føðingardag og telefonnummar.

Starvsfólk/visitator frá Heimatænastuni vitjar heimið, aftaná at biðið er um hjálp.

 

Skrivstovan:Telefon:
Faks:
Opið mán - hós:
Opið fríggjadag:
Teldupostur:
73 02 00
73 02 01
9.00 - 15.00
9.00 - 12.00
heimatanastan@eystur.fo
Miðstøðin: Vakt sjúrarøkt:
(svarar alt døgnið)
Faks:
Deildarleiðari:
73 02 10

73 02 11
73 02 12