31.08.2016

Setanarrøða til Mentanardagarnar 2016

Upp til setanina av Mentanardøgunum 2016 hava kanska fleiri, hvør í sínum lagið, spurt seg sjálvan, hví Fuglafjarðar kommuna av fyrstan tíð hevur valt at halda Mentanardagar.

Í onkrari skuffu liggur óiva eitt skjal, sum lýsir endamálið við eini nágreiniligari orðing.

Kanska hevur tað verið eitt ynski um at lýsa staðið, fólkið og ta mentan, sum er serstøk fyri økið. Ella kanska hevur orsøkin heilt einfalt verið at fingið sjóneykuna á Fuglafjørð, tí tørvur hevur verið á tí.

Kanska hevur endamálið minni týdning.

Mentanarvikan 2016 hevur yvirskriftina Tilfeingismentan! Tilfeingismentan. Er tað yvirhøvur eitt heiti? Tað veit eg rætt og slætt ikki um tað er. Men vit hava sett tað á skrá, og tað vit fáa burtur úr heitinum, kann upplivast á Mentanardøgunum.

Hugtakið er sjálvsagt tikið burtur úr einum veruleika, sum vit dagliga liva í.

Stendur tú mitt í bygdini og lítur út á fjøðin, hevur tú fólkið og lívið aftan fyri teg, væl vart av teim høgu fjøllunum, sum skapa lívd og fjálga um. Móti vestri toyggja Blábjørg seg upp móti himmalinum og røkurnar standa spelknar og fattar á rað. Tó, hyggur tú væl, sært tú, at røkurnar styðja seg, hvør móti aðrari, fyri at náa teim hæddum, teimum er givið.

Lítur tú ímóti eystri, hómar tú ágrýtni og dugnaskap. Sum perlur á rað, liggja tey altjóða virkini, sum bjóða av í heimshøpi. Smæðast ikki burtur, men finna áhaldandi nýggjar leiðir. Móti vestri, sunnan fyri Kamb á Kambsdali liggur Miðnám, samanlagdi Studenta- og Handilsskúlin við út við 700 næmingum, sum dagliga ferðast inn í dalin at nema sær vitan og siðmenning. Og móti norði liggur fólkaskúlin, sum hevur lagt fyrstu grundsteinarnar, birt undir forvitni og langtan eftir lærdómi.

Í yrkingini VIT ERU TAÐ VIT SÍGGJA, sigur Alexandur Kristiansen

Men eg sigi tykkum tað eg veit tað eg síggji og tað sum er satt,

Vit eru tað vit síggja

Og kanska er tað júst orsøkin til at Tilfeingismentan er sett á skrá. Um vit eru tað vit síggja, so er umráðandi at seta sjóneykuna á og upphevja ríkidømi rundan um okkum. Vit kenna øll kensluna av ikki at síggja skógin fyri trøðum.

Tískil vilja Mentanardagarnir 2016 spæla við siðbundin sjónarhorn.

Við Mentanardøgunum taka vit fyrsta stig til eina nýggja hugsan og ætlan. Vit vilja byggja brýr.

Brýr ímillum Mentan, Vinnu og Vitan. Tríggjar grundsúlur, sum eru tað mest eyðsýnda tilfeingið, vit eiga her á staðnum.

Eg síggi fyri mær, at við at byggja brýr ímillum hesar grundsúlurnar, sum hvør í sínum lagi virka fyrimyndarligt, so kunnu vit menna eitt samstarv, ið verður okkum øllum at frama. Eitt Føroyskt Silicon Valley.

Í eini skjótt umskiftiligari verð, har virðir og siðir broytast, hava vit lyndi at leingjast eftir tí trygga og greiða svarinum. Margfeldi í mun til politik, ideologi og átrúnað, ræðir okkum og vit missa tolið við teimum ið vága at ganga nýggjar leiðir. Men er tað ikki so, at um vit vilja gera mun, so eiga vit at hugsa nýtt, heldur enn at reksa upp endurnýtslusvar. Um vit arbeiða fyri einum hægri endamáli, so eiga vit at vera djørv og uppfinnsom og vága okkum á ógingnar leiðir.

Danski sálarfrøðingurin og granskarin Sven Brinkman, sum hevur verið nógv frammi í mun til samtíðarinnar sjálvsøknu atferð, vísur á, at tá tú tekur við tíni skyldu og greiðir tína skyldu, tá rennur meiningin fram fyri teg.

Høvuðsspurningurin er ikki “Hvør eg eri?” Tann avgerðandi spurningurin er: Hvør ert tú og hvat skulu vit gera í felag?

Við at líta út, heldur enn at líta inn í teg sjálvan, verður tú menniskja í sambandinum við onnur menniskju.

Er tíðin kanska komin, har vit velja sjálvsøkni frá og ístaðin finna á nýggjar leiðir í felag? Har vit bjóða okkum at gera mun og í sambondum við hvønn annað, finna eitt stev?

Lata eystur, vestur, norður og suður møtast? Lata vitan, vinnu og mentan taka lógvatak?  Tí vit megna, eru dugnalig og djørv og vága okkum á ókendar leiðir?

Næstu ferð tit líta niðan á Blábjørg og sýggja røkurnar spelknar og fattar, leggið so til merkis, hvussu tær styðja seg hvør móti aðrari, og latið tær vera íblástur og ein áminning um, at í felag standa vit sterkast.

Góðar Mentanardagar øll somul.

Rønn Eliassen, Mentanardagar 2016