22.12.2017

30 nýggjar íbúðir byggjast í Fuglafirði.

  • 16
    Shares

Ein ætlan um at byggja í minsta lagi 30 nýggjar íbúðir í Fuglafirði er nú komin so mikið langt, at farast kann undir hesa verkætlan fyrst í nýggja árinum. Tað eru Fuglafjarðar kommuna, Bústaðir, TN Bygging og Teknistovan í Gøtu, sum í felag hava arbeitt við hesi stóru verkætlan.

Gongst sum ætlað, so kunnu fólk flyta inn í fyrstu nýggju íbúðirnar longu í 2019, og eftir ætlan skulu allar íbúðirnar standa lidnar í 2020.

Talan er um íbúðarbygging Úti á Land í Fuglafirði.

Staðsetingin er gjørd í einum sera náttúruvøkrum umhvørvi millum núverandi koyribreyt á Toftanesvegi  og sjóvarmálan, har byggingin verður gjørd í tveimum byggistigum við í minsta lagi 15 búeindum í hvørjari eind.

Íbúðirnar vera 60 til 90 fermetrar til støddar.

Talan er um leiguíbúðir, men møguleiki er eisini fyri, at partur av byggingini verða eigara- og lutaíbúðir.

Fuglafjarðar kommuna hevur sett peningin av til byggibúningina í fíggjarætlanini fyri 2018 og verður farið undir hetta arbeiði beinanvegin, soleiðis at klárt er at fara undir sjálva byggingina av íbúðunum móti sumri.

Fuglafjørður, tann 22. desember 2017

Fuglafjarðar kommuna